- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sára Maria undan innleiðandi: So klárar sum til ber
Hon fær ikki bara sær, hóast hon hevur fingið mikrofon upp á seg, og klárt er at taka samrøðu upp.
Ólavsøkudag skal Sára Maria Johansen rógva innleiðandi umfar saman við bátsfeløgunum í danska áttaranum, men ólavsøkuaftan er tað føroyski kappróðrarbáturin, sum tykist fylla líka nógv í høvdinum hjá føroyinginum.
- Firvaldur skal kappast hvørja løtu, sigur hon við Jakob Melgaard og spenningurin sæst týðiliga á eygnabránum.
Úr OL-býnum í franska høvuðsstaðnum, París, stroymir hon kappróðurin úr Havn á telefonini, og tað eru bátarnir úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum hon hevur serligan tokka til. Ikki minst fimmmannafarið Firvald, sum Sára Maria Johansen og aðrar róðu til føroyameistaraheitið fyri trimum árum síðan. Seinni somu ólavsøku róði Sverri Sandberg Nielsen OL-finalu í Tokyo.
- Tað eru bara trý ár síðan, at eg stóð og hugdi á Kongabrúnni saman við føroyingum í túsundatali, fortelur Sára Maria Johansen.
- Vit vóru úti og feiraðu tað og stóðu fleiri saman frá FSR, og ein gamal rógvari úr felagnum, Jóan Petur, stóð við síðuna av mær, og hann prikar meg so undir økslina, og so sigur hann: "Sára, hatta verður tú næstu ferð." Eg risti eitt sindur við høvdinum, men innast inni hevði eg ein dreym um, at tað skuldi vera eg, so tað er fantastiskt at standa her nú.
Sára Maria Johansen kom upp í danska áttarahópin í november í 2023. Í mars var hon endiliga tikin út til manningina, og í mai róðu tær níggju kvinnurnar seg til OL-pláss í Luzern. MYND: Ritzau / Scanpix
Eru til reiðar
Trý ár seinni er tað dagurin fyri.
Dagurin fyri, at Sára Maria Johansen, sum fimti føroyingurin yvirhøvur, triði rógvarin og onnur kvinnan, skal taka olympiska arvin upp.
- Eg veit, at eg eri fimti føroyingurin, sum skal til OL. Onnur kvinnan. Tað er risastórt. Tað er trupult at vísa føroyska flaggið, tá eg siti í eini áttaramanning, men eg havi valt at hava føroyska flaggið á neglunum í staðin, sigur hon og staðfestir, at hon fyrst og fremst umboðar Føroyar, men er takksom fyri at hava OL-kjansin í danska skullaranum.
Innleiðandi umfarið hjá danska áttaranum - ein lutfalsliga nýggj verkætlan, sum byrjaði so seint sum í november í fjør - er á skránni umleið klokkan 11:00 ólavsøkumorgun, og manningin er til reiðar.
- So skjótt sum vit komu heim úr Luzern, høvdu vit ein mánað í Danmark, har vit hava vant hart og miðvíst, og so fóru vit á venjingarlegu í tríggjar vikur í Portugal, har vit hava fingið tann síðsta teknikkin upp á pláss og hava fínpussað síðstu smálutirnar. So vit eru so klárar, sum vit kunnu vera, staðfestir Sára Maria Johansen úr OL-býnum.
Á Havnarvág eru tey framvegis ikki komin til Firvald og fimmmannaførini.
- Tað er jú mín manning har heima, og eg ynski tykkum alt tað besta. Eg hopi, at tá hetta verður sent, eru tit føroyameistarar, sigur Sára Maria Johansen.
Løtu seinni vinnur Firvaldur ólavsøkuróðurin og tryggjar sær FM-gullið.