Løgmaður: Óneyðugt við ráðharrabilum

Løgmaður: Óneyðugt við ráðharrabilum
Løgmaður og landsstýrisfólk skulu ikki rokna við at fáa frían bil til at røkja sítt arbeiði, ein sonevndan ráðharrabil, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Sosialin.
 
03.08.2024 - 12:31

Í vikuni kom nevndin, sum varð sett at meta um samsýning og eftirløn hjá løgmanni og landsstýrisfólkunum, við sínum tilmæli. Nevndin mælir til, at løgmaður og landsstýrisfólk hava ráðharrabil tøkan. 

- Tað er púra óneyðugt, at landskassin skal hava so stórar útreiðslur av at flyta løgmann og landsstýrisfólk aftur og fram, sigur Aksel V. Johannesen við Sosialin.


Í Grønlandi fáa landsstýrisfólk frían bil uttan førara, og verða tey skattað á sama hátt sum onnur, ið hava frían bil frá arbeiðsgevaranum. Í Íslandi, Danmark og Norra hava landsstýrisfólkini ráðharrabil við bilførara, og bilurin er skattafríur til tænastukoyring.

Nevndin mælti til at geva løgmanni og landsstýrisfólki ráðharrabil, og í staðin strika kostnaðar-endurgjaldið ella ferðastuðulin.

Nevndin metti annars, at sjálv lønin hjá løgmanni og landsstýrisfólkum er rímulig. 

Løgmaður tjenar í dag 97 túsund og 87 krónur um mánaðin og landsstýrisfólkini 82 túsund og 150 krónur. Eftirlønin er 15 prosent. 

Harumframt kunnu landsstýrisfólk, sum hava bústað uttanfyri Havnina, fáa endurgoldið útreiðslur av at leiga okkurt at búgva í í Havn. 

Endurgjaldið er í mesta lagi 10.000 krónur um mánaðin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928