Sverri eftir OL: Ein púra vanligur føroyingur

Sverri eftir OL: Ein púra vanligur føroyingur
Sverri Sandberg Nielsen er ikki longur altjóða topprógvari - yrkisleiðin endaði við hørðum endaspurti um sigurin í B-finaluni á Olymisku leikunum í París
 
03.08.2024 - 13:39

Klokkan 12 minuttir yvir 10 lokala tíð í París róði Sverri Sandberg Nielsen fyri seinastu ferð á yrkisleið síni einskullaran um mállinjuna í stórari altjóða kapping.

Nú ætlar hann at lesa, slappa av og finna ein nýggjan ítrótt fyri at halda seg viðlíka.

Miðvingurin smíltist róliga, tá hann hitti miðlarnar eftir seinasta róðurin á hægsta stigi. Ikki sum ein av heimsins bestu rógvarum, men sum ein púra vanligur føroyingur, sum skal finna útav, hvussu framtíðin skal síggja út.

 - Akkurát nú skal eg bara heim at slappa eitt sindur av. So skal eg lesa og vónandi gera meg lidnan við útbúgvingina. Bara seta ferðina eitt sindur niður og gera okkurt annað, segði Sverri Sandberg Nielsen.


Sverri Sandberg Nielsen fekk júst somu tíð sum rumenski báturin, men endaði á 2. plássi í B-finaluni í París. Hetta var helst síðsti róðurin hjá miðvinginum á altjóða toppstigi. MYND: Yara Nardi/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Karmarnir ikki nøktandi

Føroyingurin, sum síðstu árini hevur myndað danska topprógving, duldi ikki fyri, at elituumhvørvið og karmarnir um donsku rógvimiðstøðina í Bagsværd ikki hava riggað nóg væl.

 - Tað er feitt, greiddi hann frá.

 - Men tað er bara feitt, tá alt spælir saman, og tá tað er stuttligt, og tað hevur tað bara ikki verið síðstu tvey árini. Tað hava verið tvey trupul og ørkymlandi ár. Hetta hevur ikki verið ein tíð, har vit hava havt gott 'flow' og stórar ambitiónir. Tað hevur verið fløkjasligt og merkt av lappaloysnum, har mann hevur roynt at fingið sum fragast burturúr eini keðiligari støðu, segði Sverri Sandberg Nielsen.

Ítróttastjórin í danska róðrarsambandinum, Thor Juul Kristensen, hevur eisini klaga um støðuna.

 - Tað, vit rógva og búgva í, okkara elitumiðstøð, er neyðarslig, heilsuskaðilig og bart út ússalig. Okkara starvsfólkahópur, sum stendur fyri øllum, er lítil og svarar ikki so frægt sum til ein lítlan danskan barnagarð. Og so vænta vit, at tað skal vera nóg mikið í altjóða topprógving, segði hann við Ekstra Bladet. 

Og Sverri Sandberg Nielsen stúrir eisini fyri framtíðini. Hvør skal til dømis taka yvir, nú hann gevst.

 - Vit mangla kanska evnaríkar rógvarar. Vit mangla breidd og vit mangla tey, sum skulu avloysa okkum, sum gevast, ella taka ein steðg, greiddi miðvingurin frá og sló fast:

 - Í fyrsta umfari gevist eg. Eg byrji ikki aftur undir somu umstøðum. Tað má vera okkurt, sum dregur meg inn aftur, segði hann, uttan at greiða nærri frá. 

 

Torført at sleppa árunum

Hann veit, at tað verður ein avbjóðing at finna okkurt nýtt. Tí hvat kann liva upp til at vera ein av heimsins bestu á sínum øki?

 - Tað verður torført at sleppa hesum. Mær dámar hetta jú so væl. Mær dámar at venja og trýsta meg, so eg finni helst okkurt annað at hugna mær við, sum kann geva mær somu vælverukenslu, ið eg fái burturúr venjingini. Eg má finna okkurt, sum gevur mær røttu javnvágina. Okkurt, sum eg ikki verið alt ov gripin av, men sum eg kann íðka til stuttleika. Kanska skal eg royna renning ella crossfit, segði hann smílandi.

Hóast hann ikki vann sín síðsta róður, endaði yrkisleiðin onkursvegna symbolskt.

Tað sá leingi gott út. Sverri Sandberg Nielsen var fremstur frá byrjan og sá út sum ein rógvari, sum hevði tamarhald á kappingarneytunum. Men til endans glapp tað kortini av hondum. Síðstu 100 metrarnar nærkaðist rumenin, og á mállinjuni var ógjørligt at gera mun á. Miðvingurin fekk somu tíð sum Mihai Chiruta, men fekk 2. plássið og endaði sum nummar átta samanlagt í síðsta róðrinum á toppstigið.

*Skrivað hevur Jakob Melgaard úr París. Símun Christian Olsen umsetti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. august
Morgunlestur leygardagur 3. august 2024
178456
Fríggjadag 2. august
Morgunlestur fríggjadagur 2. august 2024
178455
Hósdag 1. august
RagnarRokk 1.august 2024
176900
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. august
Veðrið
178788
Hósdag 1. august
UEFA Champions League: KÍ - Malmö FF
178729
Týsdag 30. juli
Veðrið
178672
Mánadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænastan 2024
178627