Hanus Hansen: Okkurt má gerast við heimaflotan

Hanus Hansen: Okkurt má gerast við heimaflotan
Støðan hjá heimaflotanum er so vánalig, at okkurt má henda. Tað er tó trupult hjá heimaflotanum sjálvum at broyta nakað, tí ongin fær nóg nógv burturúr at fiska undir Føroyum
Okkurt má henda við partrolaraflotanum, sigur Hanus Hansen, reiðari
 
05.08.2024 - 19:11

Føroyska konjunkturbarometrið - tað, sum eisini verður rópt treystitalið - fall fjórða ársfjórðing á rað og er nú minus fimm.

Treystitalið er samansett av fimm ymiskum lutum: Brúkarunum, tilfeingisvinnuni, tænastuvinnuni, handilsvinnuni og byggivinnuni, har brúkaraparturin stendur fyri 20 prosentum og vinnuligi parturin fyri 80 prosentum.

Hagstovan stendur fyri at savna inn upplýsingar frá hesum ymsu bólkunum og síðani rokna treystitalið út.

Langtíðarmiðal fyri treystitalið liggur á 16, so tá talið fyrijuni mánað í ár endar á minus fimm, so liggur tað rættiliga langt undir miðal.

Tað er serliga tilfeingisvinnan, sum ikki hevur so stórt álit á tí, sum liggur fyri framman.

Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, hevur skip bæði í heimaflotanum, Barentshavinum og uppsjóvarskip. Sambært honum eru broytingar á øllum frontum, sum gera, at hann ikki sær so bjart upp á framtíðina.

 

Hoyrið samrøðu við Hanus Hansen her:

Hanus_Hansen_um_konjunkturar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424