Pilou Asbæk verður høvuðsleikari í føroyskum ræðufilmi

Pilou Asbæk verður høvuðsleikari í føroyskum ræðufilmi
"No Rest for the Wicked" eitur filmurin, sum gongur fyri seg í Føroyum í 1800-talinum, og sum er eitt danskt/føroyskt-samstarv
Nakrir av høvuðspersónunum í danskt/føroyska-ræðufilminum, ið verður upptikin í Føroyum í løtuni. F.v. Sofía Nolsøe, Pilou Asbæk, Jegor Venned og aftast Kasper Kalle, leikstjóri
 
07.08.2024 - 14:14

42 ára gamli Pilou Asbæk er kendur frá sjónvarpsrøðunum "Borgen" og "Game of Thrones", og filmum sum danska "R" og franska "Lucy", har hann spælir saman við Scarlett Johansson. 

Men næstu vikurnar verður hann í Føroyum, tí hann hevur høvuðsleiklutin í nýggja føroyskt/danska-ræðufilminum "No Rest for the Wicked", sum gongur fyri seg í Føroyum í 1800-talinum. 

Tað boðar hann sjálvur frá á sínum instagram-vanga.

"Simpelthen so errin av at vera partur av hesum stórfingna kærleiksdrama. Upptøkurnar eru júst byrjaðar í Føroyum í vindi, regni og sól millum eina rúgvu av seyði. Hetta er upp á allar mátar ein sermerk uppliving. Eg vænti, at filmurin blívur nakað serligt. Vit fara í øllum førum at gera okkara til, at soleiðis verður," skrivar Pilou Asbæk á Instagram. 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Pilou Asbæk (@pilouasbaek)

 

Kendir føroyingar eisini við

Umframt Pilou Asbæk so eru nógvir kendir føroyskir sjónleikarar eisini við, eitt nú Sofía Nolsøe, Kjartan Hansen og Búi Dam.

Í filminum vera eisini føroyingar, ið vit kenna frá øðrum listagreinum, men ikki hava sæð á filmi áður, eitt nú føroyska mannliga toppmodellin Jegor Venned, ið hevur ein stóran leiklut í "No Rest for the Wicked", og Helena Heinesen Rebensdorf, ið vit kenna betur sum Brimheim, er eisini við í filminum. 

Leikstjóri verður Kasper Kalle, meðan leikritið hevur Rasmus Birch skrivað. Danski framleiðarin av filminum er Lars Bredo Rahbek, ið eisini eigur hugskotið til filmin. 

Føroyski framleiðarin av filminum, Jón Hammer frá felagnum Kykmyndir, greiddi frá verkætlanin í Degi og viku. 

 

20240806_FRAMLEIDA_FOROYSKAN_FILM

 

Framleiðslan av No Rest for the Wicked byrjar í dag og heldur fram í seks vikur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650