Kærdu um ov harðan tónleik á Summarfestivalinum

Kærdu um ov harðan tónleik á Summarfestivalinum
Politiið hevur havt eina rættiliga friðarliga nátt, hóast nógv fólk eru savnað á Summarfestivali hetta vikuskiftið. Onkur ringdi til politiið og kærdi um ov harðan tónleik
Politiið hevur kunnað spart uppá blunkini seinasta samdøgrið. Tað hevur verið friðarligt
 
10.08.2024 - 11:45

Tað er Summarfestivalur í Klaksvík hesar dagarnar, og í gjár var aftur nógv fólk savnað á Vágsbøi.

Sum vera mann hevur tað eisini við sær, at løgreglan fær okkurt at gera, men í heila tikið hevur talan verið um eina rættiliga friðarliga nátt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Ein persónur kom í hóslag við løgregluna, tá hann skuldi vísast av økinum stutt áðrenn festivalurin lat aftur fyri náttina, og hann fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar. Maðurin viðgekk seg sekan, so tað málið er meira ella minni avgreitt, sigur løgreglan.

Ein annar persónur var tikin við rúsevnum uppi á sær, men eisini tað málið varð avgreitt við eini bót, tí talan var um so smáar nøgdir, at tað varð roknað til egna nýtslu.

Tveir bilførarar vóru eisini tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Tann fyrri varð tikin í Norðragøtu klokkan eitt í nátt og tann seinni varð tikin við Gøtugjógv fram móti morgni, umleið klokkan fimm. 

Í báðum førum var talan um bilførarar, sum vóru sjónliga ávirkaðir, og báðir bilførararnir vórðu handtiknir og blóðroynd varð tikin av teimum.

Annars fekk løgreglan eina heldur forkunnuga fráboðan úr Klaksvík í gjárkvøldið. Har hevði onkur boðað frá, at tað kom ov harður tónleikur av festivaløkinum. Talan var tó um tónleik úr einum radiotóli á tjaldingarøkinum, og ta fráboðanina lat løgreglan fara aftur við borðinum.

Summarfestivalurin endar í nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968