Regin verður stjóri í stórhøllini

Regin verður stjóri í stórhøllini
Regin W. Dalsgaard er settur sum stjóri í nýggju stórhøllini við Tjarnir. Hann tekur við starvinum beinanvegin
 
20.08.2024 - 18:43

Regin W. Dalsgaard er 40 ára gamal, hevur drúgvar royndir úr vinnulívinum og er útbúgvin í altjóða sølu og marknaðarføring. 

Eitt av aðalmálunum hjá nýsetta stjóranum er at fáa virksemi í stórhøllina alt árið, sigur hann. 

Eftir ætlan skal stórhøllin við Tjarnir lata upp síðst í januar 2025, og komandi hálva árið fer stjórin at fáa praktisk viðurskifti uppá pláss, umframt at bjóða høllina út í altjóða høpi.

Stórhøllin við Tjarnir, sum er í trimum hæddum, hevur eina samlaða gólvvídd á 8100 fermetrar. Hon er ætlað til alt frá landsdystum til stórar konsertir og onnur tiltøk, so sum samfelagsmøtir ella ráðstevnur.

 
 
 
1691417

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650