Verjin krevur málið viðgjørt, hóast skiparin er til skips

Verjin krevur málið viðgjørt, hóast skiparin er til skips
Skiparin á skipinum hjá Paul Watson fekk 157.000 krónur í sekt í Føroya rætti í juli í fjør. Hann skeyt dómin inn fyri landsrættin
Skiparin á John Paul deJoria var dømdur fyri at hava brotið forboðið, sum skipið fekk fyri at fara inn um føroyska 12 fjórðinga markið.
 
21.08.2024 - 08:40

Daniel Binyon, skipari, er ikki komin til rættarfundin í Eystari landsrætti í Havn nú klokkan níggju.

Hann er til skips, sigur verji hansara, Bjørn á Heygum.

Men Bjørn á Heygum fer at krevja, at málið kortini verður viðgjørt.

Tað ber til, tí revsingin er ikki so stór, sigur hann.

Ákæruvaldið krevur væntandi, at Landsrætturin vísir málinum frá sær, so dómurin hjá Føroya rætti verður standandi.

 

157.000 kr. í sekt

Skiparin, Daniel Binyon, fekk 157.000 krónur í sekt í Føroya rætti í juli í fjør. Hann skeyt dómin inn fyri landsrættin.

Skiparin var dømdur fyri at hava brotið forboðið, sum skipið fekk fyri at fara inn um føroyska 12 fjórðinga markið.

Sektin var tvær ferðir 75.000 kr. fyri tvey brot á kunngerðina um 12 fjórðinga markið.

Hann fekk eisini 7.000 krónur í sekt fyri at bróta reglur um pass og tolleftirlit.

Eystari landsrættur hevur sett av tríggjar tímar til málið hjá Daniel Binyon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602