Løgreglan úr at gera í nátt

Løgreglan úr at gera í nátt
 
25.08.2024 - 11:45

Nógv fólk hevur verið í býnum um alt landið, og løgreglan hevur havt úr at gera.

Ein bilur varð steðgaður í Havn í gjárkvøldið, og førarin varð skuldsettur fyri at hava onnur rúsevni enn alkohol í blóðinum.

Fráboðan var um eina rúgvu av motorkrossarum og prutlum, sum koyrdu í Miðvági og gjørdu nógvan gang. Tá løgreglan kom til Miðvágs, vóru tey tó ikki at finna.

Bilar vórðu steðgaðir og kannaðir í Skopun og í Kollafirði, og hjá teimum var alt, sum tað átti at vera.

Beint áðrenn klokkan 4 í morgun var rok í býnum í Havn og ringur hýrur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011