10.000 bilar eru ikki sýnaðir enn

10.000 bilar eru ikki sýnaðir enn
Hóast Akstovan fekk pening til eitt sýnsfólk afturat, er hetta ikki nóg mikið fyri at koma upp undan aftur
 
15.10.2013 - 15:56

Fleiri túsund akfør bíða eftir at sleppa til sýn á Akstovuni, hóast stovnurin hevur fingið ein sýnsmann aftrat.

Í løtuni eru tað 10.000 bilar, sum vanta at verða innkallaðir til regluligt sýn, skrivar in.fo.

Akstovan fekk játtaðar pengar til at seta eitt sýnsfólk aftrat, eftir at tað í fjør kom fram, at fleiri enn 11.000 bilar ikki høvdu verið til sýn. Men hetta er ikki nóg mikið fyri at koma upp undan aftur, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni.

Eftir reglunum skulu persónbilar og vørubilar til sýn hjá Akstovuni, tá teir eru umleið fýra ára gamlir. Vinnuakfør skulu tó sýnast, tá tey eru ársgomul.

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650