- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Nónhamar farin sín seinasta túr
Í dag viðraði loksins, soleiðis at 60 ára gamla stállínuskipið Nónhamar kann sleipast út á Borðoyavík og søkkjast, soleiðis at tað kann brúkast at kava niður á. (Mynd: Oliver Joensen)
Skipið verður søkt á 25 metra dýpi vestanfyri vrakið av útróðrarbátinum Reynsmúla, sum fyri nøkrum árum síðani var søktur á 15 metra dýpi. (Mynd: Oliver Joensen)
Alt dálkandi er tikið úr skipinum, áðrenn tað verður søkt. Arbeitt hevur verið við at tøma skipið í tvey ár. (Mynd: Oliver Joensen)
Áhugabólkurin Reynsmúli stendur fyri søkkingini. (Mynd: Oliver Joensen)
Nónhamar her eisini itið Fjalshamar, Hvítiklettur, Skútunes, Fuglfirðingur og Helena. (Mynd: Oliver Joensen)
Mannagongdin verður, at opna botnventilarnar og síðani ganga okkurt um 4 tímar til Helena liggur á havsins botni. (Mynd: Oliver Joensen)
Ætlanin er, at skipið verður fest í botnin við tveimum akkerum á 1.000 kg hvørt og við ketum, ið viga 2.300 kilo hvør. (Mynd: Oliver Joensen)
|