Herferð í New York: Vilja hava Danmark at leyslata Paul Watson

Herferð í New York: Vilja hava Danmark at leyslata Paul Watson
Trýst verður støðugt lagt á danska forsætisráðharran og donsku stjórnina um at leyslata umhvørvisatgerðarfólkið Paul Watson, sum situr í varðhaldi í Grønlandi
Smáir lastbilar í New York við einari áheitan til Mette Frederiksen, danska forsætisráðharran, um at leyslata Paul Watson
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
30.08.2024 - 08:40

Tað verður arbeitt á øllum mótum, fyri at leggja trýst á donsku stjórnina og Mette Frederiksen, forsætisráðharran, í royndini at fáa donsku løgregluna at leyslata kanadiska umhvørvisatgerðarmannin Paul Watson. 

Politiið í Nuuk í Grønlandi tók tann 21. juli Paul Watson, tá umstrýddi kanadiarnin og hansara fólk løgdu at landi í Nuuk at bunkra við skipinum John Paul de Joria ávegis Dublin í Kyrrahavið at leggja seg út í japansku hvalaveiðuna har.

Paul Watson vartikin, tí altjóða boð, tey eru úr Japan, eru um at handtaka hann. Hann er eftirlýstur í nógvum londum. 

Nú verður mett um, hvørt Paul Watson skal útflýggjast Japan. 

 

Herferð í New York

Nógv eru tó tey, ið stuðla Paul Watson og hansara umhvørvisatgerðum. Fleiri kend fólk, eitt nú sjónleikarar og tónleikarar, og politikarar hava heitt á donsku stjórnina um at lata Paul Watson leysan. 

Nýggjast átakið í herferðini kemur úr New York, har tað seinastu dagarnir eru sæddir smáir lastbilar við talgildum skermum, sum heita á danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, um at lata Paul Watson leysan. 

Hetta verður gjørt undir herrópinum: 

"Forsætisráðharri Frederiksen: Atgerðarstevnur eru ikki brotsverk."

 

Fingu sekt í Føroyum

John Paul DeJoria var í føroyskum sjógvi í fjør summar.

Skiparin tá, Daniel Binyon, fekk 157.000 kr. í sekt í Føroya rætti fyri fýra lógarbrot.

Hann skeyt dómin inn fyri Landsrættin, sum vísti málinum frá sær, tí skiparin ikki møtti í rættinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693