184 feløg hava ikki latið ársfrásøgn enn

184 feløg hava ikki latið ársfrásøgn enn
Feløgini hava fingið at vita, at tey verða send Skiftirættinum, um ársfrásøgnin ikki er latin innan fýra vikur
Í fjør sendi Skrásetingin Skiftirættinum 75 feløg. (Savnsmynd)
 
03.09.2024 - 10:49

17. september fer Skrásetingin at senda feløg í Skiftirættin til tvingsilsavtøku, um ársfrásøgn fyri 2023 ikki er latin fyri tann dagin.

Feløg skulu lata ársfrásøgn í seinasta lagi 30. juni.

Í gjár, 2. september, var ársfrásøgn ikki komin frá 184 feløgum.

Øll feløgini og allir leiðslulimir teirra fingu áminning tíðliga í juli.

Í henni stóð, at felagið verður sent í Skiftirættin til tvingsilsavtøku, um ársfrásøgnin ikki er latin innan fýra vikur.

Í fjør sendi Skrásetingin Skiftirættinum 75 feløg.

231 feløg høvdu ikki sent Skrásetingini ársfrásøgn fyri 2022 tann 1.september í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928