Tónleikastjørnur í Barnaútvarpinum: Næstseinasti partur er við Eivør

Tónleikastjørnur í Barnaútvarpinum: Næstseinasti partur er við Eivør
Nær byrjaði Eivør at syngja, og hvussu er tað at vera sangstjørna? Eivør er gestur í Barnaútvarpinum hesa vikuna
 
04.09.2024 - 14:32

Eivør er bjartasta stjørnan í føroyska tónleikaheiminum. Í alt hevur hon givið 10 fløgur út í egnum navni. Í 2021 vann hon tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, og sama ár fekk hon riddarakrossin frá danska kongshúsinum.

Eivør hevur eisini gjørt tónleikin til Netflix-røðina, The Last Kingdom, og hon hevur framført í samband við 10-ára heiðurssýning hjá Game Awards í The Hollywood Bowl í Los Angeles.

Í Barnaútvarpinum hesa vikuna tosa vit við føroyskar tónleikastjørnur. Vit hava millum annað prátað við Marius, Jens Marna, Beinir Troest og Guðrið Hansdóttir. Tær samrøðurnar finnur tú her.

 

Eivør í Barnaútvarpinum

Í næstseinasti parti um tónleikastjørnur práta vit við Eivør. Hon hevur júst havt útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum, og í næstum fer hon á konsertferð. Eivør greiðir frá, nær hon byrjaði at syngja, og hvussu tað er at vera sangstjørna. Sendingin er á VIT-ljóð, tú finnur hana her.

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at Eivør er gestur. Tá ið Eivør var 11 ára gomul, var hon í Barnaløtuni í sjónvarpinum saman við vinkonuni Petsi. Tær sungu, meðan Heini spældi klaver. Hans Petur lærdi tær at hita røddina upp. Vit hava funnið hesa løtuna fram aftur úr savninum, og tú kanst síggja brot úr barnaløtuni frá 1992 her:

Eivor_Tonleikastjornur_heyst2024_reyp2

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659