Andstøðan er klár at spara

Andstøðan er klár at spara
Útreiðslurnar eru ov høgar, og tað má haldast aftur. Tað er boðskapurin frá andstøðuflokkunum á løgtingi, sum vilja rætta løgmanni og samgonguni eina hjálpandi hond at spara
03.09.2024 - 19:48

Boðini vóru greið á ólavsøku. Nú skulu breiðar semjur finnast um stóru og truplu málini.

Og búskaparstøðan er eitt av málinum, sum sambært løgmanni, krevur breiðar semjur.

Løgmaður hevur hildið ein part av lyftinum, tí hann hevur havt allar flokkar á tingi inni til samrøður um stóru málini. Eisini um búskapin, sum sambært Búskaparráðnum ikki hevur tað gott.

Og andstøðurflokkarnir, teir eru sinnaðir at vera við.

Búskaparráðið mælir til, at vit skulu vera longri á arbeiðsmarknaðinum, fyri at búskapurin skal klára seg í framtíðini. Altso, pensjónsaldurin skal hækka. Og her er kanska møguleiki at finna eina semju.

So er tað búskaparliga regluverkið, sum skal seta mark fyri, hvussu nógvir pengar kunnu brúkast - og eisini stóra hallið, sum vit í løtuni hava.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878