Dómsviðgerð í neyðtøkumáli

Dómsviðgerð í neyðtøkumáli
Nevningating skuldi vera í Føroya Rætti í dag, men var útsett. Ístaðin var dómsviðgerð.
Mynd: Janus Guttesen hevur teknað  
 
06.09.2024 - 19:26

Ein 21 ára gamal maður hevur alla vikuna sitið á ákærubonkinum, ákærdur fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd av gentum, yngri enn 15 ár, umframt onnur brot á revsilógina. Samanlagt er hann ákærdur fyri 11 brot á revsilógina.

Flestu brotini, maðurin er ákærdur fyri, eru framd í fjør, eitt var í 2022 og eitt í 2021.

Í dag hevur dómsviðgerð verið á skránni, har ákærin og verjin draga saman um málið og føra fram síni seinastu sjónarmið.

Ákæruvaldið førdi fram, at mynstrið hevur verið tað sama hjá tí 21 ára gamla manninum, tá hann er komin í samband við ungu genturnar.

Hann hevur vent sær til genturnar gjøgnum Snapchat, og eftir nakað av samskifti, hevur hann bjóða hesum gentunum - hvør sær - við til ein biltúr, síðan hyggja eftir film og hevur tá, sambært ákæruritinum, síðan gjørt seg inn á tær.

Verjin førdi fram, at tað var líka so nógv genturnar, ið gagnnýttu 21 ára gamla mannin, tí tær kundu fáa ritalin og hassj frá 21 ára gamla manninum, og at fólk ofta savnaðust hjá unga manninum til veitslur.

Ákærin vísti hinvegin á, at mynstrið hjá unga manninum var, at hann gav ungu gentunum ritalin og hassj, so at tær gjørdust bundnar av hesum, og væntaði sær eisini okkurt afturfyri, tá hann gav gentunum rúsevni.
Fyri brot á rúsevnislógina, so hevur tann 21 ára gamli maðurin viðgingið seg sekan í hesum ákærunum.

Maðurin er eisini ákærdur fyri grooming - lokking - har ákæruvaldið førdi fram, at ákærdi - í og við, at hann hevur verið tað eldri enn genturnar og eisini havt sálarligan yvirvág, at hann á hendan hátt hevur gjørt sær dælt av veikleikum hjá summum av gentunum - m.a. tær við lágum sjálvsvirði, har hann hevur róst teimum.

Verjin førdi hinvegin fram, at maðurin mentalt ikki er eldri enn 16 ár, sum mentalkanning hevur víst á, og tí ikki hevur havt sálarligan yvirvág.

Tá ákærin og verjin vóru lidnir við sína dómsviðgerð, so segði dómarin, at hetta er eitt umfevnandi og stórt mál, so votering bleiv flutt til mánadagin, og tað verður fyri afturlatnum hurðum, meðan skuldarspurningurin kemur fyri í rættinum týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817