Romeo og Julia á Glasi í heyst

Romeo og Julia á Glasi í heyst
Glasir fer í heyst at sýna fram sjónleikin um Romeo og Juliu í samstarvi við TVAZZ og Det Ferösche Compagnie
Í 2020 varð sangleikurin Cabaret sýndur á Glasi, men við koronufarsóttini kom stígur í miðnámsleikirnar
Mynd: Cabaret - sangleikur á Glasi á Facebook  
 
09.09.2024 - 14:34

Miðnámssangleikir hava verið fastur siður síðani miðskeiðis í nítiárunum. Hvør minnist ikki Sjeyk og Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið, ið spældu fyri fullum húsum. 

Í 2020 varð sangleikurin Cabaret sýndur í Glasi, men við koronufarsóttini kom stígur í miðnámsleikirnar. 

Men nú verður roynt aftur við sjónleikinum Romeo og Juliu. Og talan er um ein sjónleik og ikki ein sangleik. 

Leikurin er eitt stamstarv millum Glasir og yrkissjónleikabólkarnar TVAZZ og Det Ferösche Compagnie.


Romeo og Julia verður, eins og Cabaret bleiv tað, sýndur í Glasi

 

Leita eftir Romeo og Juliu

Tað er William Shakespeare, ið hevur skrivað heimskenda leikin.

Høvuðspersónar í søguni eru ung fólk, og nú verður leitað eftir ungum fólkum til eitt nú at spæla Romeo og Juliu.

Venjingar byrja 17. september.

Búi Dam er leikstjóri og Gunnvá Zachariassen úr Tvazz er høvuðsframleiðari.

Fyrsta sýningin av Romeo og Juliu verður 16. november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162