Leita eftir Romeo og Juliu

Leita eftir Romeo og Juliu
Tað er brúk fyri nógvum leikarum og hjálparfólkum til kenda leikin um Romeo og Juliu.
 
10.09.2024 - 10:19

Tann 16. november 2024 verður heimskendi ungdómsleikurin "Romeo og Julia" eftir Williami Shakespeare frumsýndur á Glasi í føroyskari týðing eftir Hans Tórgarð.

Talan er um eina stóra sjónleikaverkætlan, sum Glasir og yrkissjónleikabólkarnir TVAZZ og Det Ferösche Compagnie gera í felag.

Miðnámsleikir hava verið fastur siður síðani miðskeiðis í nítiárinum. Millum nakrar kendar leikir eru "Skeyk", "Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið" og "Fame".

Nú verður leitað eftir fólkum at vera við í nýggja leikinum. Brúk er fyri nógvum ungum fólkum at leika, eini 40, sigur Búi Dam, leikstjóri. Eisini er tørvur á fólkum at hjálpa til við palli, ljósi, ljóði og nógvum øðrum.

18. septembur byrja upptøkuroyndir og venjing. Áhugaði kunnu melda seg til við at skriva til Búa Dam, leikstjóra, ella Eyðstein Simonsen, útbúgvingarleiðara og næmingasamskipara á leikinum:

Búa Egason Dam, 260566 / romeojulia2024@gmail.com

Eyðstein Simonsen, 530303 / esn@glasir.fo

Til ber eisini at lesa meira um verkætlanina her: https://www.glasir.fo/romeo-where-art-thou-romeo-og-julia-hvar-eru-tit/

Búi Dam og Gunnvá Zachariasen vitjaðu morgunsendingina, har tey greiddu frá um verkætlanina. Samrøðan kann hoyrast her:

1695353

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655