Beinir fer ikki á flog

Beinir fer ikki á flog
- Veljarakanningar eru bara løtumyndir, sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum hevði vunnið stórt, um løgtingsval var í dag
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2024 - 18:33

Sambært veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti, hevði flokkurin fingið 10 tingsessir, og tað er formaðurin sjálvandi fegin um, uttan tó at fara á flog av tí.

- Hetta er ein løtumynd, ið gevur nakrar ábendingar, men vit fegnast sjálvandi um tær ábendingar, henda kanningin gevur, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.

Flokkurin hevði fingið 28,8 prosent av atkvøðunum og 10 tingessir, um val var ídag. Hann er nú 10 prosentstig størri enn á valinum í 2022, sum svarar til eina framgongd upp á heili 52 prosent.

Munur á Havnini og rest
Men hóast Fólkaflokkurin hevði fingið næstan aðruhvørja atkvøðu uttan fyri høvuðsstaðarøkið, 41 prosent, fær hann nærum onga undirtøku í høvuðsstaðnum, bara 12 prosent.

- Tað er so ein lítil framgongd í mun til síðsta val, tá ið okkara úrslitið ikki var nóg gott. Vit hava havt tað trupult í høvuðsstaðnum í nøkur ár, og vit vilja gera tað betri enn hetta og royna at rætta upp upp á tað, sigur Beinir Johannesen.

Tjóðveldi verður hinvegin mett at vera stóri taparin í veljarakanningini, og fær bara 13,2 prosent og fýra tingsessir, og flokkurin gongur aftur bæði í og uttan fyri Havnina.

Útvarpið hevur roynt at fingið samrøðu við tjóðveldisformannin, Høgna Hoydal, um laka úrslitið, men tað er enn ikki eydnast okkum.

New div after blockquote

Her kanst tú hoyra samrøðu við Beinir Johannesen:

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112