KÍ fór framum HB - Víkingur ónervað

KÍ fór framum HB - Víkingur ónervað
Við sigrinum á HB í dag hevur KÍ vunnið sjey dystir á rað. Klaksvíkingar eru nú trý stig framman fyri teir reyðsvørtu, men Víkingur, sum vann trygt á Svangaskarði, er ónervað
Páll Klettskarð skeyt sigursmálið ímóti HB í dag. Aron Jarnskor Ellingsgaard og hinir í Víkingi tykjast ónervaðir
Mynd: Leit  
 
15.09.2024 - 18:24

Við sigursmálið frá Páll Klettskarð, longu tá ið seks minuttir vóru spældir, vann KÍ á HB í klassikaranum við Djúpumýrar.

Klaksvíkingar eru nú á 2. plássi, trý stig framman fyri HB, sum hevur tapt tríggjar ferðir upp í slag í landskappingini og hevur spælt ein dyst meir enn hini bæði liðini í topp-trý.

Einasta liðið, sum rennur líka skjótt sum KÍ í løtuni, er oddaliðið Víkingur. Teir ljósabláu tykjast ónervaðir av gongdini hjá hinum, og vunnu eisini sín dyst ímóti B68 á Svangaskarði.

Jørgen Nielsen legði gestirnar framum fyri steðgin, og í seinna hálvleiki økti Sølvi Vatnhamar um leiðsluna og tryggjaði Víkingi sín 20. landskappingarsigur av teimum 21 spældu. B68, sum minkaði um munin til 2-1 í evstu løtu, er hinvegin í stórum trupulleikum á næstniðasta plássi.

 

EB/Streymur nærkast bjargingini

Tað eru teir millum annað tí, at EB/Streymur nærum staðfesti, at felagið eisini verður at síggja í Betri-deildini næsta kappingarár. Boubacar Dabo og Emil Weihe Joensen skutu málini í 2-1 sigrinum á ÍF við Margáir.

EB/Streymur er nú á 7. plássi við 19 stigum - tað er fimm meir enn toftamenn. Skála er á 8. plássi við 18 stigum. Í gjár vunnu teir appilsingulu 4-1 á 07 Vestri við málum frá Maxwell Michael Effiom (2), Karl Martin Johansen (br.) og Ragnari Skála.

Fimti dysturin í 22. umfari var í Gundadali millum B36 og NSÍ, har heimaliðið royndi at nærkast gestunum og koma upp á 4. pláss. Zean Peetz Dalügge gjørdi sítt við málum til 1-0 og 2-1, men fyrst javnaði Jasper Van Der Heyden, og síðan Petur Knudsen við brotssparki.

NSÍ er tí framvegis fimm stig framman fyri B36.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155