Rúmdarfari vitjar á Glasi

Rúmdarfari vitjar á Glasi
Andreas Mogensen fer eisini at handa Tjóðsavninum Merkið, sum hann hevði við sær út í rúmdina
Andreas Mogensen hevði eisini Merkið við sær á rúmdarferðini.
 
16.09.2024 - 14:37

Danski rúmdarfarin Andreas Mogensen fer eftir ætlan at vitja Glasir seinni í hesum mánaðinum. 

Lærarar og næmingar fingu serstaka høvið at tosa við Andreas Mogensen í februar, meðan hann var í rúmdini. Tá var avtalað, at hann skuldi vitja Glasir, tá hann kom til Føroya.

Á vitjanini fer hann at tosa fyri undirvísarum, næmingum og lærlingum. Síðan fer hann at handa Tjóðsavninum Merkið, sum hann hevði við sær út í rúmdina.

Andreas Mogensen vitjar á Glasi 24. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928