Setrið fer at bjóða fleiri útbúgvingar sum parttíðarlestur

Setrið fer at bjóða fleiri útbúgvingar sum parttíðarlestur
Tað er ein stórur trupulleiki, at bara helvtin av teimum, sum fara av landinum at lesa, kemur heimaftur, sigur rektarin
Fróðskaparsetrið hevur sett nýggja kós fram til 2030.
 
18.09.2024 - 13:07

- Ein av høvuðsuppgávunum hjá Fróðskaparsetrinum er at veita føroyska samfelagnum eina væl útbúna arbeiðsmegi, og vit halda tað vera ein stóran trupulleika, at bara helvtin av teimum, sum fara av landinum at lesa, kemur heimaftur. Hetta hevur við sær, at arbeiðsmegi vantar í Føroyum.

Tað sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari, nú Fróðskaparsetur Føroya hevur sett nýggja kós fram til 2030.

Eitt mál er at bjóða fleiri útbúgvingar sum parttíðarlestur.

Men er tað uppgávan hjá Setrinum at skipa føroyska arbeiðsmarknaðin?

 

18092024_Martin_1

 

Martin Tvede Zachariasen, rektari.

 

Seinastu árini hava alt færri søkt á Setrið at lesa námsfrøði, samstundis sum tørvurin á námsfrøðingum er alstórur. Hetta tekur Setrið í álvara, og arbeiðir við at gera eina tillagaða parttíðarútbúgving aftrat, sum kann vera styttri enn fulla bachelorútbúgvingin.

Enn er ikki greitt, hvussu stutt ein slík útbúgving kann gerast:

 

18092024_Martin_2

 

Les nýggju strategiætlanina hjá Fróðskaparsetrinum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961