HB aftur á beint

HB aftur á beint
Jákup Thomsen skeyt tvey mál fyri HB, sum við heimasigri á Skála kom aftur á beint. Aðrastaðni vann NSÍ trygt á ÍF
Viljormur Davidsen og hinir í HB fingu rættað kósina við sigri á Skála
Mynd: Leit  
 
22.09.2024 - 19:39

Eftir trý tap á rað í landskappingini kom HB aftur á beint.

Jákup Thomsen skeyt tvey mál, áðrenn Hanus Sørensen skoraði tað triðja í 3-0 sigrinum á Skála í Gundadali í dag. 

Hetta vóru fyrstu málini í Betri-deildini hjá skaðaplágaða framherjanum í meir enn eitt ár. HB er framvegis á 3. plássi í deildini, trý stig aftanfyri KÍ, sum vann á B68 í gjár.

 

NSÍ tryggan sigur á botnliðnum

NSÍ vann eisini trygt við Løkin í Runavík, og eru aftur fimm stig frammanfyri B36 í kappingini um 4. plássið, sum kann geva evropeiskan fótbólt næsta ár.

Steffan Løkin legði runavíkingar framum í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin øktu Knudsen-beiggjarnir, Petur og Aron, til ávíkavist 2-0 og 3-0. Aron Kensson hjá ÍF varð sendur av vølli longu tá góður hálvur tími var spældur.

Leygardagin vunnu allir favorittarnir. Víkingur vann tepurt 1-0 á EB/Streymi, KÍ vann 2-0 á Svangaskarði og B36 vann 3-0 á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918