Grønlendingar kanska á talvolympiadu næstu ferð

Grønlendingar kanska á talvolympiadu næstu ferð
Grønlendska talvsambandið hevur fingið altjóða viðurkenning
Talvolympiada verður í Usbekistan í 2026.
Mynd: Sermitsiaq  
 
26.09.2024 - 13:59

Tá ið OL í talvi verður næstu ferð - í 2026 - er møguleiki fyri, at umboð fyri Grønland vera við undir grønlendskum flaggi, nú grønlendskt talv eisini er altjóða viðurkent.

Tað skrivar grønlendska talvsambandið í tíðindaskrivi, sambært Sermitsiaq.

- Hetta fer at geva telvarum møguleika at menna sínar førleikar, men eisini at styrkja altjóða samstarvið, og gera Grønland sjónligari í altjóða ítróttahøpi, skrivar grønlendska talvsambandið.

Næsta OL í talvi verður í 2026 í Tashkent, sum er høvuðsstaðurin í Usbekistan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611