Stevna Fiskimálaráðnum eftir 127 milliónum í endurgjaldi

Stevna Fiskimálaráðnum eftir 127 milliónum í endurgjaldi
Fiskimálaráðið er sinnað at rinda reiðarínum NorthWest Pelagic 24 milliónir, men reiðaríið vil helst hava uppsjóvarkvotur
Uppsjóvarskipið Atlantsfarið skifti eigara úr Miðvági til Kollafjarðar, og fekk navnið Norðhavið. 
 
02.10.2024 - 09:48

Málið byrjar tíðliga í 2016.

Vørn noktar at skriva út veiðiloyvi til uppsjóvarskipið Atlantsfarið, sum skiftir eigara úr Miðvági til Kollafjarðar, og fær navnið Norðhavið. 

Vørn tvíheldur um, at hollendska felagið Jaczon stýrir felagnum NorthWest Pelagic, øllum sum tað er, hóast Jaczon á pappírinum bara eigur ein triðing av felagnum. Tað er markið í føroysku fiskivinnulóggávuni.

Fiskimálaráðið hevur somu støðu sum Vørn. Veiðiloyvi verður ikki útskrivað. Eftir drúgt kærumál kemur Føroya rættur í 2019 til ta niðurstøðu, at Fiskimálaráðið hevði ikki heimild at nokta NorthWest Pelagic at fáa veiðiloyvi útskrivað.

Ráðið megnar ikki at lyfta próvbyrðuna, um at felagið í Kollafirði verður stýrt úr Hollandi.

 

Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari. 

 

Avgerðin ógildað

Avgerðin hjá Fiskimálaráðnum verður ógildað, og ráðið verður dømt at viðurkenna, at tað skuldi havt útskrivað bæði veiðiloyvi og øll fiskiloyvi, sum reiðaríið annars hevði rætt til. Fiskimálaráðið roynir ikki málið í landsrættinum, og avgerðin í Føroya rætti verður tí standandi.

Líka síðani hava partarnir samráðst um endurgjald. 

Nú er málið komið til eitt vegamót.

 

 

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið er sinnað at gjalda reiðarínum 24 milliónir krónur í endurgjaldi, og upphæddin er eisini tikin við í frágreiðingina, sum fylgir við fíggjarlógaruppskotinum.

Sambært Jógvani Martin Ferjá Joensen, stjóra í NorthWest Pelagic - sum í dag eitur P/F Jupiter - vil reiðaríið heldur hava kvotur.

- Vit vilja hava nøkur túsund tons av uppsjóvarkvotu, sum vit kunnu liva av. Fáa vit tað, so vilja vit ikki eina krónu úr landskassanum, sigur hann.

 

Reiðaríið vil helst hava kvotur av uppsjóvarfiski.

 

Hava stevnt

Tað fær reiðaríið ikki. Nú hevur felagið so stevnt Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum eftir 127 milliónum krónum.

Tað ger felagið, tí tað í trý ár - frá 2016 til 2019 - ongar kvotur hevði at fiska, og felagið slapp heldur ikki upp í part at keypa kvotur á táverandi uppboðssølu, tí tað var mett at vera útlendskt. Uppboðssølukvoturnar blivu seinni broyttar til varandi kvotur, og fingu tá størri virði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112