Løgtingið endaliga samtykt at yvirtaka Íleggingargrunnin

Løgtingið endaliga samtykt at yvirtaka Íleggingargrunnin
Grunnurin kemur á føroyskar hendur á nýggjárinum
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu fyrr í ár undir avtalu um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur.
 
02.10.2024 - 11:44

Løgtingið hevur endaliga samtykt at yvirtaka Íleggingargrunnin.

Við triðju viðgerð var uppskotið hjá landsstýrinum einmælt samtykt. Øll 28, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri.

Yvirtøkan verður 1. januar 2025.

Síðani miðskeiðis í 70árunum hava føroyingar umsitið Íleggingargrunnin við einum stýri, har landsstýrið tilnevnir formannin ella forkvinnuna og limirnar í stýrinum, og ásetir nærri reglur um, hvussu grunnurin skal rekast.

 

653 mió. í grunninum 

Einki verður sagt um, hvussu pengarnir í grunninum skulu brúkast, tá hann er yvirtikin.

Galdandi lóggáva um grunnin verður verandi í gildi, til føroyskir myndugleikar vilja broyta ella avtaka hana. 

Tað merkir eisini, at verandi stýri verður sitandi.

Ogn grunsins er 653 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Hósdag 15. mai
RagnarRokk 15.mai 2025
191031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955