Búskaparráðið roknaði skeivt

Búskaparráðið roknaði skeivt
Í heystfrágreiðingini var metingin, at hallið fór at vera 480 milliónir krónur, men rætta talið skuldi vera 280 milliónir krónur
Búskaparráðið sigur, at stig eru tikin til at styrkja tilgongdina í sambandi við at fáa til vega talgrundarlagið fyri metingina av úrslitinum í landsins fíggjarlóg.
 
04.10.2024 - 08:24

(dagført klokkan 09:31)

Búskaparráðið hevur roknað skeivt, tá tað snýr seg um hall í fíggjarlógini upp á 480 milliónir krónur, sum tað stóð at lesa í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum.

Tað sigur landsbankin. 

Búskaparráðið hevur ikki tikið ætlaðu broytingina um at hækka mørkini í Búskapargrunnin við 200 mió. kr. við í metingini. Haraftrat hevur ráðið tikið við støðlaðar íløgur fyri 50 mió. kr.

Búskaparráðið hevur í síni meting tikið útgangsstøði í fíggjarkørmunum í vár, tað vil siga, at tað er ikki fíggjarlógin fyri 2025, sum lá til grund fyri metingini. 

Harmast mistakið

"Tíverri er ein feilur íkomin orsakað av vantandi gjøgnumskygni í reglunum fyri uppseting av fíggjarlóg. Tær 200 milliónir krónurnar eru trektar frá tvær ferðir í metingini av úrslitinum í heystfrágreiðingini. Hesin feilur er nú rættaður í frágreiðingini. Metta úrslitið er tó framvegis eitt hall", sigur Búskaparráðið. 

Metingin í heystfrágreiðingini skal tí ikki vera 480 milliónir krónur, men ístaðin 280 milliónir krónur.

Búskaparráðið sigur seg harmast mistakið, og hevur tikið stig til at styrkja tilgongdina í sambandi við at fáa til vega talgrundarlagið fyri metingina av úrslitinum í landsins fíggjarlóg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938