Semingsstovnurin loysa mál um hvíldarreglur

Semingsstovnurin loysa mál um hvíldarreglur
Samráðingarnar ímillum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálaráðið bóru ikki á mál
 
21.10.2013 - 09:43

Semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar millum Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hann hevur havt samband við partarnar, men í løtuni veit hann ikki at siga, nær semingsroyndin byrjar, tí semingsstovnurin skal seta seg inn í tilfar frá pørtunum.

Men Terje Sigurðsson væntar, at semingsroyndin byrjar hesa vikuna.

Tað var fríggjadagin, at partarnir gjørdu av, at biðja semingsstovnin koma uppí samráðingarnar, tí tær ikki rukku á mál.

Eitt, ið skilir partarnar, eru hvíldarreglurnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120