Stór ónøgd við eldraøkið í Suðuroy

Stór ónøgd við eldraøkið í Suðuroy
Síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar fyri 10 árum síðani, er einki nýtt búpláss komið í Suðuroy
17.10.2024 - 19:18

Tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í januar 2015, stovnaðu allar kommunurnar í Suðuroynni "Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy", ið vegna kommunurnar umsitur eldraøkið.

Lítið virksemi tykist tó hava verið í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, tí einki nýtt búpláss er komið í 10 ár. 

Stóra kommunukanningin hjá kringvarpinum vísir, at í nærum øllum kommununum í Suðuroy er ónøgd við eldraøkið. Tað eru borgarstjórarnir í oynni, sum manna stýrið í Bú- og Heimatænastuni, og stýrið hevur evstu ábyrgd fyri eldraøkinum í oynni. 

Stjórin í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, Heri Norðberg, vísir á langir bíðilistar, væntandi ummlættingarpláss og búpláss, men hann hevur álit á, at suðuroyingar fara at lofta avbjóðingunum á eldraøkinum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129