Á Breddanum: Misálit og politiska støðan

Á Breddanum: Misálit og politiska støðan
Beinta Løwe og Árni Gregersen, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni
Samgonguumboðini í landsstýrismálanevndini, Hans Jacob Thomsen og Hanna Jensen, hava broytt støðu, og hava heitt á løgtingsforkvinnuna um at seta kanningarstjóra í málinum um Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.10.2024 - 09:04

Á tingfundinum klokkan 11 fer andstøðan at leggja fram uppskot um misálit á Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.

Ingilín Didriksen Strøm var kærd til landsstýrismálanevndina í mai, eftir at hon í tinginum hevði sagt, at hon hevði ikki fingið ábendingar um, at Húsalánsgrunnurin hevði trupulleikar við langtíðarhaldførinum. 

Landsstýrismálanevndin kom fyrst fram til, at løgtingskvinnan hevði sagt ósatt,  men broytti meining, og ein meiriluti í nevndini - samgongulimirnir Hanna Jensen og Hans Jacob Thomsen - endaðu við heita á løgtingsforkvinnuna um at seta kanningarstjóra.

Tað vil andstøðan ikki góðtaka, og tí fer hon at leggja misálit fyri tingið, tá tingfundurin byrjar í dag. Tað boðaði, Bárður á Steig Nielsen, sum eisini er limur í landsstýrismálanevndini,  frá týsdagin. 

Vit fylgja málinum í Breddanum í dag, og politisku viðmerkjararnir, Beinta Løwe og Árni Gregersen, vera í útvarpsstovuni. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011