Fara at gera ost í Skálavík næsta ár

Fara at gera ost í Skálavík næsta ár
Framleiðslan verður í einum bygningi í Skálavík, sum síðstu tvey árini er umvældur og lagaður til framleiðsluna
Tony Weyhe, virkisleiðari á MBM, uttan fyri bygningin í Skálavík, har mjólkarvirkið fer at gera ost næsta ár.
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
29.10.2024 - 13:32

Sum er, hevur Mjólkarvirki Búnaðarmanna bara ostin Kæsa við í vøruskránni, men í fyrra hálvári næsta ár gevast møguleikar fyri at víðka um vøruúrvalið.

Tá fer mjólkarvirkið undir ostaframleiðslu í einum túsund fermetra stórum bygningi í Skálavík, sum síðstu tvey árini er umvældur og lagaður til framleiðsluna.

Nú ostaframleiðslan er í Sandoynni, er eisini rættiliga sannlíkt, at tað verður mjólk úr oynni, ið fyrst og fremst verður brúkt til framleiðsluna.

Tá ið øll útgerðin er sett upp og roynd, kann sjálv framleiðslan fara í gongd, men tað kann kortini taka sína tíð at fáa ta lidnu vøruna út í handlarnar:

Tony Weyhe er virkisleiðari hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna:

 

29102024_MBM_og_ostur

 

Ostavirkið í Skálavík fer væntandi at geva arbeiði til nakrar hendur har, og fleiri hava longu ligið framvið, sigur Tony Weyhe.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677