Eysturkommuna: Triðja hvørt barn er einsamalt eftir skúlan

Eysturkommuna: Triðja hvørt barn er einsamalt eftir skúlan
Kanning visir, at 79 prosent a foreldrunum halda, at ov fá frítíðartilboð eru í Eysturkommunu
Tilmælið frá arbeiðsbólkinum er, at Eysturkommuna brúkar pengar til góða sálarheilsu, trivnað, menning og fyribyrging hjá børnum og ungum. 
 
01.11.2024 - 08:17

Triðja hvørt barn í Eysturkommunu er einsamalt heima eftir skúlan, til foreldrini koma heim.

Tað er eitt úrslit í spurnakanning í Eysturkommunu um triðja til 10. flokk.

Úrslitini eru við í tilmæli, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt til Eysturkommunu um, hvussu tilboð til næmingar í fólkaskúlanum skal skipast.

30 prosent av børnunum eru einsamøll heima eftir skúla, til foreldrini koma heim.

17 prosent ganga ikki til ítrótt ella annað frítíðarvirksemi.

Les tilmælið her.

 

Forkvinnan í Umhvørvis – og trivnaðarnevndini fær tilmælið handað. (Mynd: Eysturkommuna)

 

Virkishús og ungdómshús

31 prosent av foreldrunum halda, at útboðið av frítíðartilboðum kundi verið fjølbroyttari og heili 79 prosent av foreldrunum halda, at ov fá frítíðartilboð eru í Eysturkommunu.

Nógv tey flestu vilja hava eitt virkishús og ungdómshús.

Í kanningini sæst, at børnini ikki so ofta sum fyrr fara út at spæla eftir skúlatíð.

Í staðin situr triðja hvørt barn einsamalt heima, til foreldrini koma heim. 

Gongdin stuðlar ikki undir góða sálarheilsu, trivnað ella tað at vera partur í einum felagsskapi, stendur í tilmælinum, sum er, at Eysturkommuna brúkar pengar til góða sálarheilsu, trivnað, menning og fyribyrging hjá børnum og ungum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576