Semingsroyndin er byrjað

Semingsroyndin er byrjað
Semingsmenninir sita við Starvsfelagnum, Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagnum á Hotel Føroyum
Súni Selfoss, formaður á Starvsfelagnum, á veg til seming í morgun.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.11.2024 - 11:19

Í morgun klokkan níggju byrjaði semingsroyndin millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. 

- Hetta fer at taka ta tíð, tað tekur, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Hann hevur sagt fyrr, at hann heldur ikki, at tað er so langt millum partarnar.

Semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen, sita við pørtunum á Hotel Føroyum.

Fríggjadagin hevði semingsstovnurin fund við Starvsfelagið, og mánadagin var fundur við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Samráðingarnar slitnaðu 31. oktober, og tá var semingsstovnurin boðsendur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06112024_Semingsroynd

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891