Biðja fíggjarnevndina um stuðul til flogfelag

Biðja fíggjarnevndina um stuðul til flogfelag
MAF flýgur við heilivági, prestum og hjálparfólkum, og nú fer eisini føroyingur í starv sum flogskipari hjá felagnum
Í umbønini til fíggjarnevndina verður upplýst, at tørvur er á pengunum, nú ein føroyingur fer í starv sum flogskipari við MAF. 
 
07.11.2024 - 14:47

Felagsskapurin MAF Føroyar biður fíggjarnevndina um at stuðla arbeiðnum hjá felagnum við 250.000 krónum.

MAF er eitt flogfelag, stovnað eftir seinna heimsbardaga, sum í dag hevur 138 flogfør, ið flúgva í 28 londum.

Felagið flýgur fyri NGO-felagsskapir sum Unicef, Reyða Kross, Folkekirkens Nødhjælp, Luthersk Mission, Mercy Ships, World Food Program, WHO og fleiri enn 2000 aðrar felagsskapir.

Sambært MAF tryggjar felagsskapurin effektivan flogflutning, har í flestu førum ongin annar flýgur. Flogið verður við heilivági, heilsustarvsfólki, prestum, trúboðarum, lærarum og øðrum hjálparfólkum.

MAF Føroyar, sum er partur av donsku deildini, byrjaði í 1989. 

Í umbønini til fíggjarnevndina hjá løgtinginum um stuðul upplýsir felagið, at tørvur er á pengunum, nú ein føroyingur fer í starv sum flogskipari við MAF. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598