- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nations League: Fara beinhart eftir uppflytingini
Landsliðið hevði seinnapartin tíðindafund og venjing á Todor Proeski leikvøllinum í Norðurmakedónska høvuðsstaðnum, Skopje.
Aftrat føroysku miðlunum var norðurmakedónska høvuðsstaðarpressan eisini umboðað.
Landsliðsvenjararnir hava næstan fingið liðuppstillingina upp á pláss, men enn eru nøkur ivamál, sum greiða skal fáast á í dagsins venjing.
Eitt nú, um miðvallarin, Hallur Hansson, fær spælt ella ikki og eisini eru aðrir spælarar, sum hava okkurt at dragast við eftir stríðssigurin á Armenia hóskvøldið.
Teitur M. Gestsson, sum spældi ein branddyst, tá hann stóð í einum armenskum skjótitjaldi hóskvøldið, vandi ikki í dag og spælir mest sannlíkt ikki í morgin.
Broytingar verða framdar í liðuppstillingini í morgin, spurningurin er bara, hvussu nógvar. Føroyska landsliðið hevur havt tað søguliga trupult við at spæla tveir dystir við stuttum millumbili.
Ofta hevur avrikið verið lakari í seinna dystinum, helst tí at orkan rennir undan hjá spælarum.
Venjaratoymið vil, at landsliðið spælir við somu orku og kraft móti Norðurmakedónia, og tí verða nakrar broytingar neyðugar í liðuppstillingini.
Einki trýst
Málið var greitt undan útidystirnar móti Armenia og Norðurmakedónia.
Føroyar skuldu av síðsta plássinum í bólkinum, fyri at sleppa undan vandanum at flyta niður í D-deildina í Nations League-kappingini.
Tað eydnaðist við sigrinum á Armenia og nú liggur føroyska landsliðið á einum øðrum plássi í bólkinum.
Annað plássið gevur billett til playoff dystir í mars næsta ár, har spælt verður um at flyta upp í B-deildina.
Norðurmakedónia hevur verið flúgvandi í hesari Nations League-kappingini og fara at vinna bólkin sannførandi.
Teir hava bara latið tað eina málið inn í dystum teirra, og tað var móti Føroyum á Tórsvølli í fyrsta dystinum í kappingini.
Men tað er ikki tí at teir ikki geva málmøguleikar burtur, sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari.