Seglbáturin togaður á Havnina

Seglbáturin togaður á Havnina
Manningin á pólska seglbátinum hevur fingið innivist á Hotel Føroyum. Nú verður kannað, um sjófrágreiðing skal verða
Pólski seglbáturin Rzeszowiak er nú togaður á Havnina. Henda myndin varð tikin í gjárkvøldið, tá manning av Brimli bjargaði manningini av pólska bátinum.

05.09.2012 - 17:23

Stutt eftir døgurða í dag kom trolarin Rókur í Nólsoyarfjørð við polska seglbátinum, sum kom í havsneyð norður av Føroya Banka í gjár. Í Nólsoyarfirði tók sjóverjuskipið Brimil sleipið, meðan Rókur helt leiðina fram inn á Skálafjørðin. Brimil togaði síðani seglbátin til bryggju í Havn.

Eitt av polsku sjófólkunum læt lív. Hjá hinum veit væl við. Tveir mans, sum fingu løstir umborð á seglbátinum, vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið í gjárkvøldið, og teir hava tað eisini gott.

Á Hotel Føroyar

Tá Brimil kom á Havnina í morgun við manningini á seglbátinum, fekk Tórshavnar kommuna eina áheitan um at taka sær av og hýsa fólkunum. Tað gjørdi kommunan, og stutt fyri døgurða vórðu tey sjey fólkini, sum vóru við Brimli, flutt á Hotel Føroyar.

Á tíðindafundi fyrrapartin upplýsti løgreglan, at hon ikki hevði tosað við fólkini, men at tað verður gjørt.

Sjófrágreiðing

Eftir føroyskari lóg skal sjófrágreiðing vera, um ein hending á sjónum krevur mannalív. Um lógin í Póllandi sigur tað sama, er løgreglan í ferð við at kanna gjøgnum Interpol. Løgreglan fær ikki svar upp á tað fyrr enn í morgin, og tá verður gjørt av, um sjófrágreiðing skal verða, verður upplýst á løgreglustøðini í Havn.

Løgmaður takkar

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur seinnapartin sent út tíðindaskriv, har hann takkar MRCC, donsku sjóverjuni, manningunum á Brimli, Lerki og Róki, umframt manningunum á tyrlunum hjá Atlantsflogi og sjóverjuni fyri holla arbeiðið, tá pólski seglbáturin var í havsneyð.

- Tað var eitt fyrimyndarligt arbeiði, framt undir truplum umstøðum í vána veðri. Við hegni forðaðu bjargingarfólkini fyri, at størri mansskaði stóðst. Mín samkensla er við avvarðandi hjá honum, ið læt lív, sigur løgmaður í skrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547