Femja og Tórður ganga móti streyminum

Femja og Tórður ganga móti streyminum
Á Tvøroyri fegnast tey í dag um, at tað búgva 16 fólk fleiri í kommununi enn fyri einum ári síðani. Femja Mortensen og Tórður Hentze og børnini eru fýra av teimum 16
Tórður Hentze, Femja Mortensen og synirnir Milas og Mateo
Mynd: Privat mynd  
 
20.11.2024 - 13:20

Fólkafráflyting og ”Exit-Føroyar” er aftur farið at mynda tíðindaflutningin.

Fleiri velja Føroyar frá, tí tað eitt nú er so torført at finna bústað, og tað er ov torført at fáa tingini at hanga saman fíggjarliga.

Serliga í sambandi við kjakið um ein Suðuroyartunnilin, er fólkafráflytingin høvuðsgrundgevingin fyri, at tað er neyðugt við einum tunli, um Suðuroyggin skal hava lív lagað. 

Á Tvøroyri fegnast tey tískil um, at tað í dag búgva 16 fólk fleiri í kommununi, enn fyri einum ári síðani. 

 

Væl móttikin

Nú ein dagin flutti Femja Mortensen, ið er ættað úr Trongisvági, aftur til heimstaðin saman við makanum Tórði Hentze og børnum Milas, sum er trý ár, og Mateo, ið er eitt ára gamal. 

Femja og Tórður eru bæði radiografar og hava fingið starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tey eru flutt inn í hús í Trongisvági, eitt hanagleiv frá barnaansingarstovni, skúla og ítróttarhentleikum, og oman á tað heila, so er triðja barnið eisini ávegis.  

Í samrøðu, sum Tvøroyrar kommuna hevur lagt út á heimasíðuna og sosialu miðlarnar hjá kommununi, setir Femja Mortensen orð á, hvussu tað ber til, at tey hava valt at flyta aftur til Føroya. 

"Tað er sera deiligt at vera komin heimaftur til heimbýin," staðfestir Femja. "Vit eru væl móttikin, og tað er sera stuttligt at møta fólki, ið gleðast um, at vit eru flutt heim. Eg havi altíð verið errin yvir at kalla meg tvørakvinna, tí eg haldi, at tað er nakað serstakt við hesum plássi og fólki, og hevur tað altíð leitt til áhugaverd og stuttlig prát við fólk aðrastaðni frá." 

 

Lá ikki fremst í huganum

Tey bæði ásanna tó, at tað, at flyta heimaftur til Føroya, ikki hevur ligið fremst í huganum. 

"Vit hava verið øðiliga glað fyri at búgva í Keypmannahavn við øllum verðins hentleikum og við sera nógvum góðum fólkum rundan um okkum. Men sjálvandi hevur tað eisini fylt nógv, at familjan hevur manglað í okkara gerandisdegi. Vit óttast ikki nýggjar avbjóðingar, og kunnu vera sera spontan, og tí kendist tað eisini natúrligt at byrja uppá eitt nýtt ævintýr, hóast tað kendist tvígilt at flyta frá Keypmannahavn, ið hevur verið mítt heim í átta ár," greiðir Femja Mortensen frá.

Tórður Hentze, ið hevur búð í Keypmannahavn í 11 ár, er havnarmaður, og tað er rættiliga óvanligt at havnarfólk flyta til Suðuroyar. 

"Eg haldi, at innast inni hevur Tórður altíð havt ein dreym um at gerast tvøramaður og TB-ari," staðfestir Femja Mortensen argandi. "Sjálvt um eg dugi TB-sangin úr einum enda og í annan, so er tað havnamaðurin, sum hevur lagt lag á heima á Amager og lært eldsta sonin, Milas, at syngja TB-sangin."


Femja Mortensen og Tórður Hentze saman við børnunum og foreldrundum hjá Femju á ólavsøku (Mynd: Privat á Facebook)

 

Familjan dró

Fyrst og fremst er tað tó familjan, ið hevur drigið Femju og hennara familjuna heimaftur til hennara heimstað Trongisvág. 

"Tað er gott at vita, at syninir kunnu vaksa upp í tí trygga og fantastiska umhvørvi, sum eg sjálv eri uppvaksin í," sigur Femja, ið heldur, at Tvøroyri hevur nógv gott at bjóða. 

"Fyri at taka nøkur dømi, so hevur býurin ein sera snøggan barnagarð. Vit hava júst verið til byrjunarsamtalu vesturi í barnagarðinum, og vit eru bergtikin av bæði stovni og starvsfólkum. Elsti sonurin hevur gingið á fínum stovni niðri, men hesin stovnurin í Trongisvági er longdir framman fyri á øllum økjum, og eru vit sera spent til, at báðir syninir nú skulu á stovn í Mýrifípuni. Eisini kann nevnast mentunarhúsið, Salt, har vit longu hava verið til eina fantastiska framførðslu, og í framtíðini heilt sikkurt fara at njóta enn fleiri framførðslur og spennandi tiltøk.

 

>>Øll samrøðan við Femju Mortensen og Tórður Hentze kann lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.  

 

16 fólk fleiri

20. november 2023 vóru 1729 fólk búsitandi á Tvøroyri, ið dag eru 1745. 

Hetta til ein fólkavøkstur á 16 borgarar. 

Fólkatølini fyri Suðuroynna síggja annars soleiðis út í skrivandi stund, sambært Tvøroyrar kommunu:

  20.11.2023 20.11.2024 Munur
Fámjin 80 81 +1
Hov 106 106 0
Hvalba 651 640 -11
Porkeri 321 323 +2
Sumba 334 336 +2
Tvøroyri 1729 1745 +16
Vágur 1371 1339 -32

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Mikudag 20. november
Morgunlestur mikudagur 20.november 2024
183770
Mikudag 20. november
LEITISSTEIN 19.11.2024 (Silvurdrongur)
183877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749