Næmingar á yrkisnámi verða ofta verandi í Føroyum

Næmingar á yrkisnámi verða ofta verandi í Føroyum
Tey flestu, sum ganga á yrkisnámi, hava sáttmála í Føroyum, og flestu teirra eru ungir menn
Rúna Jakobsen og Rannvá Holm Poulsen eru lestrarvegleiðarar á Glasi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.11.2024 - 13:19

- Nógv ung fara av landinum í útbúgvingaørindum eftir miðnám, men vit skulu eisini minnast til tey, sum ganga á yrkisnámi, tí tey verða ofta verandi í Føroyum.

Tað segði Rannvá Holm Poulsen, sum er lestrarvegleiðari á Glasi, í Breddanum fyrrapartin.

Tey flestu, sum ganga á yrkisnámi, hava sáttmála í Føroyum, og flestu teirra eru ungir menn.

Nýggj tøl frá Hægri Námi vísa, at bara ein fimtingur av elstu miðnámsskúlanæmingunum ætlar at útbúgva seg víðari í Føroyum, meðan 55 prosent søgdu seg ætla til Danmarkar.

Á Glasi er ein flokkur við 23 ungum kvinnum, har 22 av teimum ætla sær uttanlands at lesa. 
 

 

21112024_Av_landinum_at_lesa

 

Tað søgdu Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Bjørt Sámalsdóttir, Eyð á Reynatúgvu og Jóhanna Súnadóttir Petersen í Breddanum fyrrapartin. 

Øll sendingin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928