Hava skotið 1559 harur á 114 túrum

Hava skotið 1559 harur á 114 túrum
Ein einsamallur maður fekk 17 harur í Fýramarkahaga í Árnafirði seinasta fríggjadag
Loyvt er at skjóta haru til 31. desember.
 
25.11.2024 - 08:14

Higartil í ár, nú harutíðin er komin í helvt, eru skotnar 1.559 harur á 114 túrum.

Tað upplýsir heimasíðan haran.setur.fo, sum Eyðfinn Magnussen tekur sær av.

Flestar harur vóru skotnar á einum túri í Signabøhaganum tann 9. novembur.

Tær vóru 43, og seks byrsur vóru við á tí túrinum.

Men ein einsamallur maður fekk 17 harur í Fýramarkahaga í Árnafirði seinasta fríggjadag.

Í miðal hevur veiðan tey seinastu ellivu árini verið 6.407 harur um árið.

Tað er loyvt at skjóta haru til tann 31. desembur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928