Royna simultantulking í fólkatinginum í dag

Royna simultantulking í fólkatinginum í dag
Aki-Matilda Høegh-Dam, fólkatingskvinna, hevur boðað frá, at hon fer bara at tosa og spyrja á grønlendskum
Formansskapurin í fólkatinginum hevur avgjørt at royna simultantulking í dag.
 
26.11.2024 - 08:32

Tá fólkatingið í dag fer at viðgera spurningar til forsætisráðharran, verður samstundistulking, simultantulking, millum grønlendskt og danskt.

Formansskapurin í fólkatinginum hevur avgjørt at royna hetta í dag.

Orsøkin er, at Aki-Matilda Høegh-Dam, fólkatingskvinna, hevur boðað frá, at hon fer bara at tosa og spyrja á grønlendskum.

Tulkingin í dag er ein roynd, sum skal gera tað lættari hjá formansskapinum at avgera, um fólkatingið skal hava fasta skipan við samstundistulking.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229