HM-dreymurin hjá Sarah Mahfoud livir víðari

HM-dreymurin hjá Sarah Mahfoud livir víðari
Sarah Mahfoud vann í gjárkvøldið móti brasilsku Danila Ramos, og strembar nú eftir at røkka toppinum aftur
 
30.11.2024 - 13:48

HM-dreymurin hjá Sarah Mahfoud livir víðari eftir at hon vann boksidyst í gjárkvøldið.

Eftir ein harðan og tættan dyst yvir 10 umfør í Frederiksberg Hallerne, megnaði hon at vinna á brasilska mótstøðukvinnuni, Danilu Ramos.

Við sigrinum hevur Sarah møguleika at stremba eftir einum heimsmeistaraheitið aftur, og økti um møguleikan at boksa um WBO-heimsmeistaraheitið, sum er eitt av teimum fýra stóru heimsmeistarafeløgunum í yrkisboksing, har Amanda Serrano í løtuni er meistari.

Sarah Mahfoud vónar at sleppa boksa ein HM-dyst einaferð í komandi ári.

Sarah_Mahfoud

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598