Vantandi útboð kann kosta pengar

Vantandi útboð kann kosta pengar
Møguleiki er fyri, at Fíggjarmálaráðið lækkar játtanina hjá stovnum, sum mett verður ikki eru nóg virknir á Keypsportalinum 
Keypsportalurin verður verri enn so altíð brúktur, tá hann skal brúkast.
 
03.12.2024 - 06:32

Møguleiki er fyri, at Fíggjarmálaráðið lækkar játtanina hjá stovnum, sum mett verður ikki eru nóg virknir á Keypsportalinum. 

Um stovnur ikki bjóðar keyp út alment, er helst orsøk til at halda, at játtanin hjá honum er heldur rúmlig.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann, sum spurdi, um stovnar landsins fara ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um at keypa vørur og tænastur.

Landsgrannskoðanin hevur staðfest, at nógvir stovnar ikki altíð fylgja reglunum í rundskrivinum.

Hetta hevur Gjaldstovan roynt at bøtt uppá við at átaka sær ein størri ráðgevandi lut og við vegleiðingum.

Nógvar orsakir eru til, at stovnar ikki fylgja rundskrivinum.

Teir lata sum um teir einki vita um krøvini í rundskrivinum, ella teir hava ikki royndir ella duga ikki at bjóða út.

Eingin føroyskur veitari

Teir hava ikki orku ella tíð at bjóða út. Sum oftast tí farið verður ov seint í gongd.

Stovnar halda, at eingin føroyskur veitari er, og teir hava góðar royndir við verandi veitara.

Hóast møguligt er at søkja um undantak fyri at bjóða út, so kemur tað ofta fyri, at stovnar heldur ikki gera tað, svarar landsstýriskvinnan.

Hon sigur eisini, at rundskrivið verður dagført.

Millum annað eigur tað at fáa játtanarligar avleiðingar, um rundskrivið ikki verður hildið.

Ætlanin er eisini at minka upphæddirnar fyri, nær bjóðast skal út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928