Flyta ikki asfalt við Smyrli

Flyta ikki asfalt við Smyrli
Strandferðslan sigur, at asfalt er vandamikil farmur, men hesum vísir Landsverk aftur
Einki asfalt verður flutt við Smyrli í løtuni.
 
03.12.2024 - 11:05

 Einki asfalt verður flutt við Smyrli í løtuni, tí Strandferðslan sigur, at asfalt er vandamikil farmur.

Landsverk sigur hinvegin, at talan er ikkI um vandamiklan farm, tí hetta er annað slag av asfalti enn tað, sum verður lýst sum vandamikið.

Landsverk hevur biðið dosnku ráðgevarafyritøkuna Cantell, sum hevur serkunnleika um hættislig evni og vandamiklar vørur, gera eina uttanveltaða meting. Og sambært Cantell er asfaltið ikki hættisligt.

Kortini verður einki asfalt flutt við Smyrli.

Sí innslag í Degi og viku, har samrøða eisini er við Jann Dam Frandsen, deildarleiðara á virkisdeildini hjá Landsverki:

 

241202_DV_ASFALT_UM_SUDUROYARFJORD_OK

 

Dagur og vika hava havt samband við stjóran á Strandferðsluni, sum vísir til skiparan á Smyrli. Men tað lá ikki fyri hjá skiparanum at gera samrøðu til sjónvarpstíðindini í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129