Nógvir skaðar í ódnarveðrinum

Nógvir skaðar í ódnarveðrinum
Eitt nú eru takplátur farnar, og lyktasteyrar og garðar eru koppaðir
Boðað er frá nógvum skaðum kring landið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.12.2024 - 08:05

Boðað er frá nógvum skaðum í ódnarveðrinum. 

Klokkan hálvgum átta í morgun hevði poliitiið fingið 43 fráboðanir um vatn- og vindskaðar síðani klokkan trý í nátt.

Alarmcentralurin hevur fingið fráboðan um tríggjar skaðar í Havn, m.a. um skjøldrar á húsum, sum standa í gerð.

Jóannes Weihe er átaksleiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði:

 

05122024_Joannes_Weihe

 

Finn Hansen. átaksleiðari hjá Klaksvíkar sløkkiliði.

 

Flestu skaðarnir eru í Klaksvík. Har er higartil boðað frá 22 skaðum. 

Annars eru skaðar um tmeginpartin av landinum, men serliga norðan fyri Skopunarfjørð.

Talan er um takplátur, lyktapelar og garðar, sum eru koppaðir.

Í Hvalvík feyk ein bingja á sjógv.

Og í Nólsoy tók vindurin ein seglbát, sum stóð uppi á landi.

- Talan er ikki um stórar skaðar í Klaksvík, segði Finn Hansen, átaksleiðari í Klaksvíkar sløkkiliði, í útvarpstíðindunum klokkan sjey:

 

05122024_Finn_Hansen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044