Eingin áhugi fyri havvindmyllum í Danmark

Eingin áhugi fyri havvindmyllum í Danmark
Umhvørvis- og orkumálaráðharrin er vónbrotin, og fer nú at kanna, hví eingin vildi bjóða uppá verkætlanirnar
Í gjár gjørdist greitt, at størsta útboðið at byggja havvindmyllulundir í Danmark er miseydnað. (Savnsmynd)
 
06.12.2024 - 08:23

Grøna kósin í Danmark hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Í gjár gjørdist greitt, at størsta útboðið at byggja havvindmyllulundir í Danmark er miseydnað.

Eingin vil bjóða uppá arbeiðið at seta myllurnar upp og reka tær.

Ætlanin er at seta upp fleiri vindmyllur á havinum, sum skulu framleiða tilsamans seks gigawatt av streymi.

Í dag framleiða allar havvindmyllulundir í Danmark tilsamans 2,7 gigawatt, og tí fer stóra ætlanin at trífalda hesa orkukeldu.

 

Lars Aagaard er umhvørvis- og orkumálaráðharri í Danmark. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Freistin fór í gjár

Freistin at bjóða uppá fyrru helvt av verkætlanini, sum eru tríggjar vindmyllulundir í Norðsjónum, ið skulu framleiða trý gigawatt, var úti í gjár. Vindmyllurnar skuldu takast í nýtslu 2030.

- Tað er eitt stórt vónbrot, nú vit mugu staðfesta, at eingin vil bjóða uppá arbeiðið, sigur umhvørvis- og orkumálaráðharri, sum nú ætlar sær at kanna, hví eingin áhugi er.

Greinarar siga við danska kringvarpið, at orsøkirnar til vantandi áhugan helst eru hækkandi rentan, sum trýstir byggikostnaðin uppeftir, umframt at bíligari streymur fæst aðrastaðni, enn úr hesum vindmyllulundum. Tí er ætlanin hjá stjórnini ikki fíggjarliga áhugaverd hjá íleggjarum.

 

Eingin statsstuðul

Onnur orsøk, sum verður nevnd í sambandi við vantandi áhugan at bjóða, er at ongin statsstuðul verður veittur til hesar havvindmylluverkætlanir. 

- Hetta er ein politisk semja, og skal hon broytast, so mugu politisku flokkarnir tosa saman um hetta, sigur ráðharrin. 

Umframt havvindmyllulundirnar í Norðsjónum ætlar danska stjórnin at seta upp tríggjar havvindmyllulundir í innaru, donsku farvøtnunum. Freistin at bjóða uppá tær verkætlanir er 1. apríl næsta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533