Fuglalógin verður broytt

Fuglalógin verður broytt
Veiðitíðin hjá svartfugli verður stytt
Lundin er hótt fuglaslag.
 
09.12.2024 - 06:42

Tíðin, tá loyvt verður at veiða lunda, lomviga, álku og skarv verður stytt.

Hon er nú frá 20. oktober til 20. januar.

Tó er hon frá 1. oktober til 30. november fyri skarv.

Tíðin skal sambært lógaruppskoti vera frá 20. oktober til 31. desember fyri øll fýra fuglasløgini. 

Og Havstovan skal hava fráboðan um alla fuglaveiðu.

Ramsarnevndirnar fyri Nólsoy, Skúgvoy og Mykines hava biðið um broytingina um svartfugl í fuglaveiðulógini.

Við styttri veiðitíð verður mett, at tað verður lættari at byggja upp, verja og røkja serliga lundastovnin og lomvigastovnin, siga nevndirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006