Ivan Niclasen fer frá sum stjóri í KVF og aftur í starvið sum programmfólk

Um KVFTíðindi
Ivan Niclasen fer frá sum stjóri í KVF og aftur í starvið sum programmfólk
Ivan Niclasen hevur nú gjørt fráfaringaravtalu við Kringvarpsstýrið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12-12-2024

Kringvarpsstýrið hevur í kvøld sent soljóðandi tíðindaskriv til fjølmiðlarnar:

—-

Kringvarpsstýrið gjørdi í dag eina avtalu við Ivan Niclasen um, at hann fer úr stjórasessinum í Kringvarpi Føroya. Ivan Niclasen verður komandi mánaðirnar ráðgevi hjá leiðsluni á stovninum, og fer síðani aftur í starv sum programmfólk, haðani hann hevur verið í farloyvi.

Kringvarpsstýrið hevur havt eitt gott samstarv við Ivan Niclasen seinastu árini. Hetta var orsøkin til, at stýrið í 2023 longdi sáttmálan við Ivan Niclasen við tveimum árum. Tí harmaðust allir stýrislimirnir stórliga um málið um frítøku av kringvarpsgjaldi, sum kom undan kavi síðst í november. Eftir at hava sett seg væl inn í málið, gjørdi stýrið av at enda samstarvið við kringvarpsstjóran. Nú er fráfaringaravtala gjørd, sum báðir partar eru væl nøgdir við.

Stýrið tók eina avgerð, sum fyrst og fremst tekur hædd fyri kringvarpslógini, har tað stendur, at øll, sum hava fylt 24 ár og sum eru skattskyldug í Føroyum, skulu rinda kringvarpsgjald. Stýrið hevur til uppgávu vegna politisku skipanina at tryggja, at Kringvarpið heldur kringvarpslógina. Avgerðin var eisini tikin við atliti at føroyska kringvarpsgjaldaranum, trúvirðinum og virkisførinum hjá stovninum og fyri at seta fordømi fyri, at tað í framtíðini ikki skal bera til at hótta seg til at sleppa frá at rinda kringvarpsgjald.

Sama dag sum málið kom fram, tann 27. november 2024, gav stýrisformaðurin boð um, at avgerðin um at frítaka viðkomandi borgara fyri kringvarpsgjald, skuldi ógildast. Boð vóru send til Taks um hetta alt fyri eitt.

Starvsfólkini í Kringvarpinum missa Ivan Niclasen sum stjóra, men tey fáa hann aftur sum starvsfelaga. Ivan Niclasen hevur nógv ár á baki, fyrst í Sjónvarpi Føroya frá 1992 og seinni í samanlagda stovninum Kringvarpi Føroya, har hann hevur virkað sum stjóri frá 2018. Ivan Niclasen verður til taks sum ráðgevi hjá komandi kringvarpsleiðslu, sum uttan iva fær stóran ágóða av hesum.

Kringvarpsstýrið vil við hesum takka Ivani Niclasen fyri samstarvið.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026
211358
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026: 10 MANNAFAR
211352

Um kvf css