- Tíðindi, mentan og ítróttur
Randi Waag letur mathjálp: - Tað er eyðmýkjandi at biðja um hjálp
Tilsamans standa tríggjar frystiboksir í garasjuni hjá Randi Waag og manninum Magnusi Joensen.
Allar eru tær á tremur við mati, sum er ætlaður fíggjarliga sperdum familjum.
Í ár hava hon og maðurin koyrt mat út til umleið 50 húski, og tey halda á, so leingi matur er at lata.
- Tað hevur altíð ligið so væl fyri hjá okkum at geva burturav, tí vit hava ongantíð manglað nakað, sigur Randi Waag.
Hon býr saman við manninum í Klaksvík, og seinastu fimm árini hava tey sjálvboðin givið mat til tey, ið ikki eiga nóg mikið til dagin og vegin.
Tørvurin er stórur
Randi Waag er útbúgvin námsfrøðingur og heilsurøktari.
Í dag er hon fyritíðarpensjónerað, orsakað av sjúku, men frammanundan starvaðist hon í nógv ár á serøkinum.
Hon kennir nógv, sum arbeiða í barnagørðum, og tey greiða frá, at tað eru børn, ið koma í barnagarð uttan matpakka síðst í mánaðanum.
- Børnini eru so erlig. Tey siga tað, sum tað er. Um tey til dømis ikki fáa mjólk, og hini børnini spyrja hví, so siga tey, at tað er tí, at mamma hevur ikki ráð til tað, sigur Randi Waag.
Hetta hevur gjørt hana enn meiri tilvitaða um tørvin á hesi hjálpini, ið hon og maðurin veita.
Í ár koyrir Randi Waag út við mathjálp til fíggjarliga sperd húski, ið búgva í Norðoyggjum (Mynd: Bárður Lydersen)
Tann kærkomna mathjálpin
Í fjør tók mathjálpin hjá Randi og manninum av álvara dik á seg.
Fyri at røkka fleiri húskjum, avgjørdu hjúnini at lýsa við mathjálpini í miðlunum.
Og tá kom ferð á.
Umbønirnar gjørdist fleiri, og fleiri vístu eisini áhuga fyri at lata hjálp.
Tilsamans vóru fýra tons av mati í fjør koyrd út til sperd fólk kring landið.
Hóast tørvurin er stórur, kann tað verða torført hjá teimum, ið mangla mat, at biðja um hjálp, sigur Randi Waag.
Trúnaður í hásæti
- Tað er so ótrúliga ringt at biðja um hjálp, og tí royna vit at gera tað so ómakaleyst sum gjørligt fyri tær familjur, sum eru fíggjarliga sperdar, sigur Randi Waag.
Tí verður alt gjørt í størsta trúnaði, tá Randi og maðurin veita hjálp.
Fyri hjúnini er tað týdningarmikið, at tað eru tey bæði - og ikki tilvildarligir persónar - ið koyra matin út.
- Tað skal ikki skiljast sum, at vit ikki hava álit á øðrum, men vit vilja bara tryggja okkum, at tey húski, sum venda sær til okkum, vita, at vit ikki deila vitanina um tey og teirra støðu við onnur.
Hjálpin er fús
Tað eru bæði privatfólk og fyritøkur, ið lata mat til mathjálpina hjá Randi Waag og Magnusi Joensen, og tryggja, at matur altíð er í boksini. Bóndin í Leirvík hevur fyrr latið kjøt til endamálið, og soleiðis er aftur í ár.
Hesaferð snýr tað seg um fleiri kilo av bæði malnum kjøti og kjøtpylsu. Í síðsta ár lat bóndin eisini ræst kjøt.
- Hetta hevur so nógv at siga, tí nógv av teimum húskjum, vit koyra mat út til, fáa bara til dømis ræst kjøt, tá vit koma við tí. Tí er tað nakað heilt serligt fyri tey, sigur Randi Waag.
Hon er tó skjót at gera vart við, at øll hjálp er kærkomin, eisini um tað snýr seg um minni nøgdir og aðrar vørur.
Louise Dahl er bóndakona í Leirvík, og hon og maðurin hava áður latið kjøt til endamálið. (Mynd: Bárður Lydersen)
Hjálp kring landið
Í ár koyra Randi Waag og Magnus Joensen út við mati í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni.
Men hjálp verður eisini latin aðrastaðni í landinum.
Tanya Møller hevur tikið stig til Facebook-bólkin ‘Yvirskot til tín’.
Bólkurin bleiv stovnaður fyri fleiri árum síðani, og her kunnu privatfólk bjóða mat, sum tey eiga til avlops, og vilja lata teimum, ið ikki fáa endarnar at røkka saman.
Til ber at lata mat allastaðni í landinum. Tó er tað so, at tey, ið mangla, ofta ikki vilja skriva opið út á sosiala miðilin at biðja um hjálp.
Veitir mat í loyndum
Tí eru tey nógv, ið seta seg í sambandi við Tanyu Møller í Havn.
Hon tekur sær av samskiftinum, og letur tey, ið hava brúk fyri hjálp, heinta matin heima hjá sær.
- Tað er serliga í desember, at fólk eru virkin í bólkinum. Hesa tíðina á árinum eru fólk í gávuhýri, men tað er eisini hesa tíðina, at neyðin er størst.
Í bólkinum veitir Tanya Møller tí eisini kunning um aðrar hjálparfelagsskapir, sum fólk kunnu seta seg í sambandi við, um tørvur er á tí.
Tanya Møller hevur tikið stig til Facebook-bólkin 'Yvirskot til tín', sum hevur til endamáls at hjálpa fólki, ið eru fíggjarliga sperd: (Mynd: Bárður Lydersen)
Reyði Krossur hevur úr at gera
Alt árið letur Reyði Krossur Føroya mat og klæðir til tey, ið ikki eiga til degin og vegin.
Men Sigrið Zachariasen, leiðari í Reyða Krossi, ivast ikki: Tørvurin á hjálp kennist serliga stórur hesa tíðina á árinum.
- Bara hesa seinastu vikuna hava nógv fleiri enn 70 húski fingið pakkar við mati og klæðum, og fleiri enn 50 børn hava fingið klæðir, sigur Sigrið Zachariasen.
Tað er eitt megnararbeiði, sum tey sjálvbodnu gera, og frá fólki, ið taka ímóti hjálpini, fáa tey ofta at vita, at tey rætt og slætt ikki høvdu vitað, hvat tey høvdu gjørt uttan hesa hjálpina, sigur Sigrið Zachariasen.
Sigrið Zachariasen er leiðari í Reyða Krossi, og sambært henni er ein serliga stórur tørvur á hjálp hesa tíðina á árinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Hjálpin er alt árið
Evstamark at søkja mathjálp frá Reyða Krossi hevur verið, men tað ber aftur til at søkja um hjálp í januar.
Og tá kemur hjálpin eisini væl við, tí tað er als ikki bert á jólum, at tørvur er á hjálp, sigur Randi Waag.
- Neyðin er líka ring, um ikki verri, tá jólini eru av, sigur hon.
Tí er stuðul til mathjálpina hjá Randi Waag og Magnusi Joensen eisini kærkomin í januar mánað, sigur hon.
- Ongin skal aftra seg við at skriva til mín. Tað kann tykjast eyðmýkjandi at biðja um hjálp, og tí gera vit okkum ómak at vísa á, at hetta er, og at tað verður okkara millum, sigur Randi Waag.