KFUK og KFUM & K: Eingin eigur at sita einsamallur jólaaftan

KFUK og KFUM & K: Eingin eigur at sita einsamallur jólaaftan
Aftur í ár skipa KFUK í Havn og KFUM & K í Klaksvík fyri jólahaldi jólaaftan fyri teimum, sum ongan hava at halda jól saman við
 
17.12.2024 - 13:02

Eingin skal hava fyri neyðuni at sita einsamallur jólaaftan. Tað er grundarstøði undir jólahaldunum hjá bæði KFUK í Havn og KFUK & K í Klaksvík. 

Skráin er siðbundin eins og í nógvum føroyskum heimum, lovar Nikolina Højgaard, forkvinna í KFUK í Havn.

Higartil hava 12 fólk teknað seg, men pláss er fyri nógv fleiri.

- Tað er ein serligur hugni í KFUK hetta kvøldið, sigur forkvinnan.

Evstamark at boða KFUK í Havn frá luttøku er nú fríggjadagin. 

 

Eisini jólahald í Klaksvík

KFUM og K í Klaksvík skipar eisini fyri jólahaldi jólaaftan.

Dagny Miðskarð fyrireikar haldið í ár. 

Jólahaldið í KFUM og K í Klaksvík byrjar kl. 18, og fólk kunnu boða henni frá luttøku.

 

KFUK_jolahald


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928