Tórshavnar býráð hevði ikki loyvi at selja grundstykkir fyri undirprís

Tórshavnar býráð hevði ikki loyvi at selja grundstykkir fyri undirprís
Tað er ikki í lagi at selja grundstykki fyri minni enn tey kosta at gera byggibúgvin, staðfestir Kommunala eftirlitið í máli um grundstykkir í Kollafirði
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2024 - 15:34

Tórshavnar býráð samtykti 25. januar í ár at selja grundstykki í Kollafirði fyri 500.000 krónur, hóast metti kostprísurin er 780.000 krónur.

Kommunala eftirlitið tók av sínum eintingum málið til viðgerðar eftir at hava lisið um býráðssamtykina á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum er, at samtyktin hjá býráðnum er ikki í samsvari við kommunufulltrúina.

 

Kommunur hava skyldu at virka fíggjarliga ráðligt

Samtyktin er ikki í samsvari við meginreglurnar um sølu av kommunalum fastognum og almennu aðalrættarregluni í kommunufulltrúini, sum áleggur kommunum eina skyldu at virka fíggjarliga ráðiligt. 

Tað er ikki at meta sum ein fíggjarlig ráðilig avgerð at fara undir at útstykkja og gera lendið byggiklárt væl vitandi um, at ein møgulig søla ikki javnvigar við útreiðslurnar hjá kommununi.

Tað er, tá kommunan veit, at marknaðarprísurin er nógv minni enn metti kostprísurin.

Kommunala eftirlitið hevur biðið Tórshavnar kommunu um innan tveir mánaðir at upplýsa fyri eftirlitinum, hvat niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum gevur kommununi høvi til. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493